6116.23 - Upphavsrættur


Skeiðsnummar
6116.23
Heiti
Upphavsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eitt umfatandi innlit í føroyskan upphavsrætt.
Innihald
Upphavsrættur snýr seg um rættarstøðuna hjá upphavsmonnum og rættindahavarum. Skeiðið gevur tí lesandi eitt víðfevnt innlit í, hvat upphavsrættur fevnir um, og hvar markamótið gongur ímóti øðrum immaterialrættarligum økjum s.s. vørumerkjarætti, patent- og designrætti. Skeiðið kemur inn á, nær nakað er eitt verk, hvørji sløg av verkum eru, og nær nakað hevur verkshædd ella originalitet. Síðani verður komið inn á, nær talan er um brot á upphavsrættin, og hvar markið gongur millum íblástur og plagiat. Eisini verða avmarkingarnar í upphavsrættinum gjøgnumgingnar. Tá upphavsrættur er formúurættarlig grein, verður eisini komið inn á upphavsrætt í avtaluviðurskiftum, hvussu upphavsrættur er skipaður í setanarviðurskiftum og á arbeiðsmarknaðinum, og hvat rættindahavari kann gera fyri at handhevja sín upphavsrætt og t.d. krevja endurgjald, viðurlag, fyribeining v.m.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri: - at lýsa upphavsrættarlig grundhugtøk, so sum hugtakið um originalitet og hugtakið verk og sýna fatan av muni á ymiskum verkum. - at greiða frá brotum á upphavsrætt og lýsa munin á íblástri og plagiat. - at greiða frá upphavsrættarligum sáttmálum og avhendingum. - at lýsa upphavsrættarlig krøv í setanarviðurskiftum og á arbeiðsmarknaðinum. - at greiða frá avmarkingum í og undantøkum til upphavsrætt. - at eyðmerkja viðkomandi upphavsrættarligar spurningar í veruligum málum og á ein sjálvstøðugan og kritiskan hátt meta um og leggja fram uppskot til loysnir. - Miðla og orða vitan og grundgevingar innan upphavsrætt á fakliga og málsliga góðan og rættan hátt.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis á skeiðnum telur 25% og ein 24 tímar skrivlig heimaroynd, tá skeiðið endar, telur 75%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið báðar partar av royndini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundleggjandi tilfar er: - Partar av Jens Schovsbo, Morten Rosenmeier og Clement Salung Petersen, Immaterialret, 6. udg., Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2021 (ella seinasta útgáva). Annað tilfar, sum greinar, úrskurðir v.m., er tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen