Masterlæra í politikki og umsiting
- Lestrartíð 2 ár
- Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði innan eitt fakøki, men samstundis er fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær sín egna sjálvstøðuga fakliga profil.
Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti, hetta serliga gjøgnum trupulleikagrundað verkætlanararbeiði. Við at menna útbúnar akademikarar við egnum fakligum profili er Masterlæra eisini við at røkka endamálinum at nøkta tørvin á vitanartilfeingi hjá einum lítlum arbeiðsmarknaði sum tí føroyska.
Bygnaður
1. lestrarhálva |
2. lestrarhálva |
3. lestrarhálva |
4. lestrarhálva |
Metodologi I 10 ECTS |
|
Praksislæra / 25 ECTS |
|
Fakskeið 10 ECTS |
Uppihald á 30 ECTS |
Metodologi II 5 ECTS |
Masterritgerð 30 ECTS |
Masterlæru- 10 ECTS |
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin tekur tvey ár:
Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á ástøði og metodu innan politikk og umsiting. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi saman við øðrum lesandi arbeiðir við ávísari verkætlan.
Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.
Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, arbeiðir tann lesandi við einari fakligari viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Harafturat er ein minni partur av lestrarhálvuni ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.
Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við tilhoyrandi vegleiðing.
Innihald
Útbúgvingin M.S.Sc. í politikki og umsiting, tekur samfelagið sum skipan til viðgerðar og greinar samfelagsins strukturar og organisatiónsformar, herundir stovnar, teirra bygnað, stýring og søguligu menning.
Lesandi ogna sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, men samstundis eisini ein sjálvstøðugan fakligan profil. Grundað á eina trupulleikagrundaða, tvørvísindaliga tilgongd, tætt samstarv millum lesandi og granskarar á deildini og starvslæru, mennir tann lesandi eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.
Nakað av samskiftinum fer fram á enskum/skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.
Kravið um at vera til staðar á lærustovninum er hægri enn undir vanligum universitetslestrið.
Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.
Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum Setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.
Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.
Upptøkutreytir
Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindum frá Fróðskaparsetri Føroya.
Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindum frá øðrum hægri lærustovni har royndir við trupulleikagrundaðum og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.
Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.
Framtíðarmøguleikar
Ein fakliga sterk samfelagsvísindalig útbúgving, grundað á vitan og royndir frá bæði altjóða viðurskiftum og úr føroyska samfelagnum, gevur hollar førleikar at starvast við leiðandi og greinandi uppgávum innan tann privata, almenna og sjálvbodna sektorin í samfelagnum.
Eftir lokna masterlæruútbúgving hevur tann lesandi uppbygt holla vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan samfelagsfrøðiliga fakøkið, grundað á nýggjastu fakligu vitanina.
Próvtakarin hevur fingið førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Hann ella hon kann arbeiða trupulleikagrundað og tvørvísindaliga á einum høgum fakligum stigi og loysa sjálvstøðugar og leiðslu uppgávur á hægsta stigi. Eisini kann viðkomandi arbeiða væl saman við øðrum í arbeiðsbólkum.
Harumframt kann próvtakarin átaka sær miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann átaka sær greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksum samfelagsligum avbjóðingum.
Framhaldandi útbúgving
Við M.S.Sc.-útbúgving í politikki og umsiting ert tú væl fyri til víðari lestur á ph.d.-stigi.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf 292597