Skriva út

Vælkomin á Masterlæru

Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi skal kunna ogna sær vitan og førleikar á høgum altjóða støði innan eitt fakøki. Samstundis skapar hvør lesandi sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti, serliga ígjøgnum problemgrundað projektarbeiði.

Masterlæru tíðin er ein samanhangandi eind, har tit sum lesandi læra at nýta liðir frá øllum skeiðunum, samstundis sum tit eisini skapa tykkara egna fakliga profil ígjøgnum eitt nú lestur uttanlands (2. lestrarhálva) og praksislæru (3. lestrarhálva).

Samanrenningin millum teori og praksis er eitt lyklahugtak á útbúgvingini, og vit vænta, at tit saman við okkum verða við til at skapa slóðbrótandi samstarv í føroyska samfelagnum. Søgu- og samfelagsdeildin klekir føroysk lesandi við føroyskari servitan á altjóða støði.

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin á fýra spennandi, mennandi og krevjandi lestrarhálvur.