Skriva út

Her halda vit til

Vit halda til á Søgu- og Samfelagsdeildini á Jónas Broncksgøtu 25.


Øll undirvísing gongur fyri seg á Fróðskaparsetrinum. Her kýta vit okkum fyri at skapa eitt umhvørvi við felags fakligari menning gjøgnum fakbólkar, projektarbeiði og seminarvirksemi. Samstundis ynskja vit at praktisera eina mennandi og dynamiska tilgongd til tann einstaka. Tað hevur týdning, at vit savnast til felags lesing, kjak og skriving, tí hetta eru læruhættir sum próvfast geva bestu fakligu menningina. Hetta er samstundis við til at skapa eitt hugaligt og progressivt akademiskt umhvørvi fyri okkum øll her á Setirnum, bæði lesandi og starvsfólk. 

Tað er av stórum týdningni, at vit hava tætt samstarv ígjøgnum alla útbúgvingina, soleiðis at grundsjóninar við útbúgvingini verða fylgdar upp, t.e. sameinan av teori og praksis, individuel læruætlan og læring ígjøgnum felagsvirksemi. Samstarv og uppmøting eru tí fortreytir fyri, at útbúgvingin og ætlanin við henni eydnast tær væl. Vit vænta, at tú luttekur á fastløgdum døgum, eisini meðan tú ert úti á stovni/fyritøku.

GG

Roknast má við, at munandi partar av undirvísingini og uppgávuskrivingini  fara fram á øðrum máli enn føroyskum (t.e. skandinaviskum/enskum). Eisini mást tú gera tær greitt, at onnur lestrarhálva er ætlað sum uppihald á hægri lærustovni uttanlands.. Harumframt er talan um eina útbúgving, har kravið um at vera til staðar á arbeiðsplássinum er hægri, enn á nógvum øðrum universitetum.