Skriva út

Masterlæruverkætlan

Tann námsvísindaligi grundarsteinurin fyri Masterlæruskipanina er, at vit læra best í einum lærufelagsskapi. Masterlæruverkætlanin verður sostatt mett at hava stóran týdning fyri fakligu menningin hjá tí einstaka.

Fyrstu lestrarhálvuna er Masterlæruverkætlanin bygd upp soleiðis, at lesandi arbeiða saman í stórbólki, tvørtur um fakøki við støði í einum yvirskipaðum tema. Í stórbólkinum fer ymiskt felagsvirksemi fram, eitt nú framløgur og kjak o.a., fyri at menna og stuðla arbeiðinum.

Masterlæruverkætlanin kann skrivast í bólki ella einsæris, har lesandi eru í einum dynamiskum samspæli við hvønn annan.

Masterlæruverkætlanin fevnir um 10 ECTS.

Læruúrtøkur:

  • At finna og seta orð á evnisligar trupulleikar úr einum vísindaligum/akademiskum sjónarhorni.
  • At greina ein viðkomandi trupulleika við at nýta viðkomandi ástøði og hugtøk.
  • At síggja og viðgera praktiskar avleiðingar, sum koma fram í greiningini.
  • Førleikan at kjakast um vísindaligar spurningar við granskarar og áhugapartar.
  • Førleikan at miðla vísindaligar spurningar í einum álítandi og nøktandi teksti.
  • At skriva eina javnlíkametta vísindaliga grein í tráð við vanliga siðvenju.