2162.18 - Víðkað metodologi í masterlæru


Skeiðsnummar
2162.18
Heiti
Víðkað metodologi í masterlæru
ECTS
5
Fortreytir
Kravt skeið á triðja semestri. Skal hava staðið skeiðið Metodologi í masterlæru.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at stuðla teimum lesandi í at menna teirra metodologisku tilgongd og førleikar til teirra master-ritgerð.
Innihald
Vitan um:  At finna og velja bókmentir, sum eru viðkomandi fyri eina metodologiska tilgongd.  hvussu problemgrundað, refleksiv og praksisrættað tilgongd verður nýtt í akademiskari gransking.  Hvørjar metodologiskar avleiðingar standast av einum greiðsluevni, einum granskingarspurdómi og problemgrundaðum arbeiði.  Leiklutin hjá granskaranum og granskingaretikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og virknum lesandi.
Læruúrtøka
Lesandi skal vera før/ur fyri at:  Áseta greiðsluspurningar innan eitt valt evni umframt tilhoyrandi greinandi sjónarmið.  Hugsa kritiskt um epistemologi í vitanarframleiðslu, við støði í einum valdum evni  Vísa vitan og førleikar av etiskum týdningi í vitanarframleiðslu  Førleikar at sameina ástøði, sum hjálpa at eyðmerkja greiðsluspurning og slag av spurdómi innan eitt ávíst/úrvalt evni.  Førleikar at skilja greiningina av einum valdum tema sum eitt refleksivt, samanhangandi og problemgrundað verk.
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklingauppgáva á 3000-6000 orð
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin er tøkur á Moodle. Aftrat hesum skulu tey lesandi leggja egnar bókmentir afturat. Vegleiðandi síðutal er 200.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield