2464.20 - Samfelagsvísindi og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2464.20
Heiti
Samfelagsvísindi og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar í at viðgera hugtøk og ástøði innan samfelagsvísindum og vælferð í smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Innihald
Við útgangsstøði í vælferð í smátjóðir og oyggjasamfeløg: • Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg. • Úrvald hugtøk og ástøði um vælferð og at máta vælferð. • Úrvald hugtøk og ástøði um vælferðarplanlegging og strategiskar planleggingartilgongdir. • Úrvald empirisk øki um sosialar broytingar og burðardygd. • Úrvald emirisk øki um minnilutabólkar og javnrættindi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eini samanseting av fyrilestrum, framløgu frá lesandi, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiði er lokið, skal lesandi skal verða før/ur fyri at: • Miðla munnliga og skrivliga eina tvørvísindaliga fatan av samfelagsvísindum á høgum støði. • Greina og kjaka týdningarmiklu leiklutirnar, ið samfelagsvísindi hava i einum framkomnum vælferðarsamfelagi. • Staðfesta og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í samfelagsvísindum, ið hava týdning fyri eina fatan á høgum støði av vælferð, samtíðar institutiónum, felagsskapum og sosialum viðurskiftum. • Samanbera og greina ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesar í praksis kunnu nýtast til at fata, hvønn leiklut sosial sambond og viðurskiftir, institutiónir og felagsskapir hava í at menna vælferð. • Greina og kjaka um sosialar og institutionellar broytingar, og hvørji krøv hesar seta til vælferðarplanlegging. • Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Framløga og innlating av grein (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum. Tíðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum. Fyri at standa skeiðið skulu báðar próvtøkurnar standast hvør sær.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield