2475.20 - Praksislæra innan masterlæru


Skeiðsnummar
2475.20
Heiti
Praksislæra innan masterlæru
ECTS
25
Fortreytir
1. og 2. lestrarhálvu innan masterlæru, ella samsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið við praksislæruni, er at víðka akademisku arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi innan tað fakøkið ella tema, sum tey arbeiða innanfyri á masterlæruskipanini, hetta við at teoretisk vitan kemur í spæl við praksis umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað.
Innihald
Praksisskeiðið fylgir lestrarárinum, og byrjar um miðjan august og endar 1. januar. • Praksislæruuppihald, seminarvirksemi og vegleiðing ið skapar samanhang millum universitera læring og føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin, harundir eisini netverk og sambond innan virkisøki fyri tann einstaka lesandi. • Praksisrættað og problemgrundað frágreiðing ið styrkir analytisku førleikarnar hjá tí lesandi
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeiðið á Setrinum Umleið 10 dagar eru settir av til seminar á Setrinum. Til hesar dagar er møtiskylda. Gjørd verður ein akademisk praksislærufrágreiðing við grundarlagi í praksisuppihaldinum. Arbeiðið á SSD er ein akademisk stuðlan undir arbeiðið í praksisskeiðnum og við praksislærufrágreiðingini. Hetta verður skipað sum framløgur við kritikki og kjaki, seminar og/ella fyrilestrar. Lesandi hava skyldu til at leggja fram sítt arbeiði og at geva javnlíkametingar. Er praksisskeiðið í øðrum landi, so verður gjørd serlig avtala um, hvussu hetta best verður skipað (t.d. við luttøka á netinum). Arbeiðið á praksislærustaðnum Praksisarbeiðið tekur støði í felags avtalu millum Setrið, praksislærurstaðið og tann lesandi. Endamálið við hesari er at tryggja, at tann lesandi fremur akademiskt viðkomandi arbeiði, hetta gjøgnum innlit/uppgávur/greining í gerandis arbeiðinum á staðnum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi vera før/ur fyri: • At skriva eina akademiska praksislærufrágreiðing, sum fevnir um fakøkið hjá tí lesandi og hennara/hansara serligu áhugaøki, og á tann hátt fáa fram nýggja viðkomandi vitan. • At reflektera um tær praksisroyndir tann lesandi hevur gjørt sær í praksislærutíðarskeiðinum, harundir serligar avbjóðingar og royndir sæð í einum akademiskum sjónarhorni. • At reflektera kritiskt um starvsøki ella arbeiðsuppgávur tann lesandi hevur havt á praksislærustaðnum. • At reflektera á einum vísindaligum grundarlagi kring egið praksislæruuppihald, hetta grundað á eina problemorienteraða tilgongd og sjálvstøðugt arbeiði.
Próvtøkuháttur
Áðrenn tann lesandi kann fara til próvtøku, skal hann/hon hava luttikið á nøktandi hátt í akademiska virkseminum á Setrinum. Hetta verður góðkent av skeiðs ábyrgdara. Metingin verður gjørd við grundarlagi í eini heildarmeting av praksislærufrágreiðingini og munnligari eksaminatión.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi hava hvør sín lestrarlista og skal hesin lýsa hugtøk,ástøði og metodur, sum eru viðkomandi fyri refleksivt praktiskt akademiskt arbeiði. Praksislærufrágreiðingin skal vera millum 8.000 og 12.000 orð.
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir