6108.23 - Miðlar og politiskt samskifti


Skeiðsnummar
6108.23
Heiti
Miðlar og politiskt samskifti
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi.
Endamál
Skeiðið skal geva lesandi víðkaðar ástøðiligar førleikar at greina og viðgera miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesi hanga saman við sosialum og politiskum virksemi í 21. øld.
Innihald
Skeiðið viðger ástøði og hugtøk innan miðlar og politiskt samskifti úr einum altjóða og føroyskum sjónarhorni. Tað setur søguligt, heimspekiligt, stjórnmálafrøðiligt og samfelagsfrøðiligt sjónarhorn á miðlar, miðlagerð og politiskt samskifti. Skeiðið viðger samanhangin millum miðlamentan, miðlaskipan, miðlatøkni og miðlaframleiðslu. Avgerandi spurningurin er, hvussu miðlagerð ávirkar sosialt og politiskt lív, og – í framhaldi av hesum – hvørjar avbjóðingar hetta kann hava fyri vælferð og fólkaræði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgum frá lesandi og skrivligum uppgávum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi duga at: - Vísa eina fatan av ymiskari ástøði um miðlar og politiskt samskifti. - Eyðmerkja og greina viðkomandi vísindaligt tilfar um miðlar og politiskt samskifti. - Greina og viðgera avgerandi tættir í sambandi við miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesir ávirka vælferð og fólkaræði. - Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í sambandi við smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka miðskeiðis í lestrarhálvuni. Skal standast fyri at sleppa upp til endaliga próvtøku. - Munnlig próvtøka við støði í skrivligari uppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sergreinaður lesilisti fyri hvønn undirvísingartíma. Harumframt eyka lesilisti við viðkomandi tilfari. Væntað verður, at lesandi sjálvstøðugt eyðmerkja viðkomandi tilfar til framløgur, uppgávur og próvtøku (sí læruúrtøkur).
Ábyrgd
Heini í Skorini