2162.20 - Víðkað metodologi í masterlæru


Skeiðsnummar
2162.20
Heiti
Víðkað metodologi í masterlæru
ECTS
5
Fortreytir
Staðið skeiðið Metodologi í masterlæru.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi menna førleikar at velja, brúka og miðla eina metodologiska tilgongd til teirra master-ritgerð.
Innihald
• At finna og velja bókmentir, sum eru viðkomandi fyri eina metodologiska tilgongd. • Hvussu problemgrundað, refleksiv og praksisrættað tilgongd verður nýtt í akademiskari gransking. • Hvørjar metodologiskar implikatiónir standast av einum greiðsluevni, einum granskingarspurdómi og problemgrundaðum arbeiði. • Leiklutin hjá granskaranum og granskingaretikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og virknari luttøku hjá lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi vera før/ur fyri at: • Meta um trupulleikar innan eitt valt evni og tað tilhoyrandi vísindaliga ástøði. • Greina spurningar um epistemologi í vitanarframleiðslu, við støði í einum valdum evni. • Meta um etiskar spurningar innan vitanarframleiðslu. • Grein og sameina ástøðiligar tilgongdir fyri at skapa spurdóm innan úrvalt evni. • Meta um greiningina av valdum tema sum eitt refleksivt, samanhangandi og trupulleikagrundað arbeiði.
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklingauppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin er tøkur á Moodle. Aftrat hesum skulu tey lesandi leggja egnar bókmentir afturat. Vegleiðandi síðutal er 200.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield