2463.19 - Politikkur og umsiting og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2463.19
Heiti
Politikkur og umsiting og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í politikki og umsiting og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðum og oyggjasamfeløg viðger skeiðið:  Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg.  Hugtøk og ástøði um relasjónirnar ímillum løgting, landsstýrið, fyrisiting og sivilsamfelagið.  Úrvald hugtøk og ástøði um vælferð og hvussu vælferð kann mátast.  Úrvald hugtøk og ástøði um vælferð í politiskum skipanum.  Úrvald hugtøk og ástøði um nútímans umsiting av vælferð.  Leiklutin hjá politiskum áhugabólkum.  Úrvald evni um demokrati og almenna skipan.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgu frá lesandi, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Orða og miðla eina tvørvísindaliga fatan á høgum støði av politikki og umsiting.  Greina og diskutera týdningarmiklu tættirnar í politikki og umsiting í einum vælferðarsamfelagi .  Velja og skilja ímillum ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir í mun til politikk, umsiting og vælferð .  Finna og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í mun til at greina politikk, umsiting og vælferð .  Viðgera omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Framløga og innlating av grein (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum. Tíðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Heini í Skorini