2490.18 - Politisk umboðan


Skeiðsnummar
2490.18
Heiti
Politisk umboðan
ECTS
5
Fortreytir
Vera innskrivað(ur) til masterlæru í Politikk og umsiting Innskrivað á “Kommunen i det 21. århundre” (Høgskolen i Molde).
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi sjálvstøðugt kunnu taka ímóti teoretiskum og praktiskum avbjóðingum í greining av politiskari umboðan.
Innihald
Ástøði um politiska umboðan innan vísindaøkið politikk og umsiting. Avbjóðingar – teoretiskar og praktiskar - í greining av politiskari umboðan í føroyskum kommunum
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing og seminarvirksemi í at skriva vísindaliga, har m.a. SPSS verður nýtt til analysu av politisku umboðanini
Læruúrtøka
Identifisera og lýsa evni og kjarnuhugtøk innan økið politisk umboðan. Brúka hetta kritiskt-refleksivt í eini empiriskari viðgerð av sjálvvaldum spurningi viðvíkjandi politiskari umboðan. Økja medvitið um etiskar spurningar í empiriskum analysum. Førleikar at skriva akademiskt og samanhangandi um eitt greiðsluevni innan politiska umboðan.
Próvtøkuháttur
Uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Beinta í Jákupsstovu