2166.20 - Masterlæru verkætlan


Skeiðsnummar
2166.20
Heiti
Masterlæru verkætlan
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving í samfelagsvísindum.
Endamál
Endamálið við masterlæruverkætlanini er, at lesandi rannsaka eitt evni, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð), við at nýta trupulleikagrundaða arbeiðstilgongd.
Innihald
• Verklig og týðandi mál innan úrvald samfelagslig øki. • Greining av samfelagsligum evni við at nýta vísindalig háttaløg. • Týðilig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av einum fyribrigdi, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð). • At skipa og gera eina problemorienteraða greining í samstarvi við onnur lesandi, granskarar og møguliga aðrar áhugapartar.
Læru- og undirvísingarhættir
Masterlæru verkætlanin er grundað á trupulleikagrundað verkætlanararbeiði, ið verður framt í bólkum. Undir serligum umstøðum kann loyvi gevast til einstaklingaverkætlan. Í byrjanini av semestrinum verður skipað fyri kjak um ymisk verkætkanarevni, og tey lesandi velja sær eitt evni at arbeiða víðari við. Við støði í hesum verða bólkar gjørdir. Tá bólkar eru gjørdir, verður verkætlanararbeiði skipað við kravdum framløgum, seminarkjaki og peer-feedback sessiónum umframt tilsjón frá tilknýttum granskarum gjøgnum semestri. Sum partur av verkætlanararbeiðinum skulu bólkarnir gera tvær framløgur um verkætlanina, har skrivlig frágreiðing úr verkætlanini á uml. seks síður skal fylgja við.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi skal vera før/ur fyri at: • Staðfesta og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum vísindaligum/akademiskum sjónarhorni. • Greina ein týðandi trupulleika við viðkomandi ástøði og hugtøkum. • Staðfesta og kjaka verkligar avleiðingar, ið greiningin hevur avdúkað. • Kjakast um vísindalig viðurskifti við vísindafólk og aðrar áhugapartar. Greiða frá um vísindalig viðurskifti í einum vísindaligum teksti
Próvtøkuháttur
Ein fortreyt fyri at sleppa upp til próvtøku er, at tann lesandi skal hava staðið tvær munnligar framløgur saman við tilhoyrandi skrivligari frágreiðing úr verkætlanini. Próvtøkan er ein verkætlanaruppgáva við munnligari verju.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tøkur á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield