2455.19 - Heimastýrisskipanin


Skeiðsnummar
2455.19
Heiti
Heimastýrisskipanin
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi gjølliga løgfrøðiliga fatan av, innlit í og førleika at tulka og umsita føroysku heimastýrisskipanina bæði ítøkiliga og í breiðari ástøðiligum og samanberandi høpi.
Innihald
Skeiðið byrjar við eini lýsing av ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. Síðan verður ríkisrættarstøða Føroya samanborin við onnur lond í danska ríkinum, serliga við Ísland fram til 1918. Eftir hetta verða forsøga og forarbeiði til heimastýrislógina viðgjørd. Síðan fylgir ein innihaldslig lýsing av einstøku ásetingunum í heimastýrislógini. Harnæst verða gjøgnumgingnar og viðgjørdar ymiskar áskoðanir á, hvørja prinsipiella støðu Føroyar hava í danska ríkinum. Týðandi er eisini lýsingin av, hvussu heimastýrisskipanin broyttist grundleggjandi við sokallaðu yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini í 2005. Í seinna parti snýr skeiðið seg í stóran mun um ástøði um heimastýri (autonomi), eins og samanberingar verða gjørdar við skipanir í øðrum pørtum av heiminum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu millum annað: - Kunna greiða frá ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum og samanberandi ljósi. - Duga gjølliga at greiða innihaldsliga frá heimastýrislóg og yvirtøkulóg og uttanríkispolitiskari heimildarlóg. - Duga at greiða frá og greina ymiskar fatanir av læruni um ríkiseindina og sokallaðu delegatiónsteoriina, hvat grundarlag hesar hava í grundlóg o.ø. rættarkeldum. - Vera før fyri at greiða frá, hvat hendi við nýskipanini í 2005, og hví henda hevði prinsipiellan týdning. - Duga at greiða frá og greina serstøku spenningarnar, ið eru grundleggjandi fyri sokallaða ríkisfelagsskapin, og sum eru avbjóðing fyri siðbundna og stigkenda (hierarkiskari) fatan av ríki og stjórnarrætti. - Kritiskt at kunna greina verandi heimastýrisskipan í samanberandi og ástøðiligum ljósi.
Próvtøkuháttur
4 tímars skrivlig roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kristian Joensen: Tilfarssavn – tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen