2475.19 - Praksislæra innan masterlæruskipanina


Skeiðsnummar
2475.19
Heiti
Praksislæra innan masterlæruskipanina
ECTS
25
Fortreytir
1. og 2. semestur innan masterlæruskipanina, ella samsvarandi førleikar Praksislærustaðið skal hava í minsta lagi tvey fulltíðarsett starvsfólk. Praksislærustaðið kann vera ein fyritøka, ein stovnur, ein fyrisiting, eitt tænastuvirki ella framleiðsluvirki. Praksislæruskeiðið skal hava eitt greitt fakliga relevant innihald, og tí skal samstarvsavtala við starvsstaðið góðkennast av útbúgvingarleiðara.
Endamál
Endamálið við praksislæruni, er at víðka akademisku arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi, umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað. Hetta skal fevna um: • Kvalifisering av teimum lesandi til størv innan tað fakøkið ella tema, sum tey arbeiða innanfyri á masterlæruskipanini, hetta við at teoretisk vitan kemur í spæl við praksis. • Skapa samanhang millum universitera læring og føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin, harundir eisini netverk og sambond innan sítt virkisøki fyri tann einstaka lesandi. • Styrkja analytisku førleikarnar hjá tí lesandi, hetta gjøgnum praksisrættaða og problemgrundaða verkætlan. • Vísindaligt arbeiðslag gjøgnum praksisrættaða og problemgrundaða verkætlan, har vegleiðing og seminar stuðla undir hesi menning.
Innihald
Praksisskeiðið fylgir lestrarárinum, og byrjar um 1. september og endar 1. januar. Hesi tíðarskeið hava týdning fyri at tryggja, at praksisskeiðið eisini fylgir lestrarárinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeiðið á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD) 10 dagar av praksisskeiðnum verða settir av til at vera til staðar á lestrarstaðnum. Til hesar dagar er møtiskylda. Gjørd verður ein praksislærufrágreiðing, t.e. ein akademisk frágreiðing við grundarlagi í praksisuppihaldinum. Arbeiðið á SSD er ein akademisk stuðlan undir arbeiðið í praksisskeiðnum og við praksislærufrágreiðingini. Hetta verður skipað sum eitt nú framløgur við kritikki og kjaki, seminar og/ella fyrilestrar. Lesandi hava skyldu til at leggja fram sítt arbeiði og at geva javnlíkametingar. Er praksisskeiðið í øðrum landi, so verður gjørd serlig avtala um, hvussu hetta best verður skipað (t.d. luttøka gjøgnum Skype ella aðrar samskiftismiðlar). Arbeiðið á praksislærustaðnum Praksisarbeiðið tekur støði í felags avtalu millum SSD, praksislærurstaðið og tann lesandi. Endamálið við hesari er at tryggja, at tann lesandi fremur akademiskt relevant arbeiði, hetta gjøgnum innlit/uppgávur/analysu í dagliga arbeiðinum á staðnum.
Læruúrtøka
Grundað á praksislærufrágreiðing: • Reflektión um tær praksisroyndir tann lesandi hevur gjørt sær í praksislærutíðarskeiðinum, harundir serligar avbjóðingar og royndir sæð í einum akademiskum sjónarhorni. • Kritiska reflektión, teoretiskt og praktiskt, í mun til starvsøki ella arbeiðsuppgávur tann lesandi hevur havt á praksislærustaðnum. • Reflektión á einum vísindaligum grundarlagi kring egið praksislæruuppihald, hetta grundað á eina problemorienteraða tilgongd og sjálvstøðugt arbeiði. • Eina problemorienteraða analysu, sum fevnir um fakøki hjá tí lesandi og hennara/hansara serligu áhugaøki, og á tann hátt fáa fram nýggja viðkomandi vitan.
Próvtøkuháttur
Áðrenn tann lesandi kann fara til próvtøku, skal hann/hon hava luttikið á nøktandi hátt í akademiska virkseminum á SSD. Hetta verður góðkent av tí sum hevur ábyrgd av skeiðinum. Metingin verður gjørd við grundarlagi í eini heildarmeting av praksislærufrágreiðingini og munnligari eksaminatión.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi hava hvør sín lestrarlista og skal hesin lýsa hugtøk, teoriir og metodur, sum eru viðkomandi fyri refleksivt praktiskt akademiskt arbeiði. Praksislærufrágreiðingin skal vera millum 8.000 og 12.000 orð.
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir