2166.18 - Masterlæru verkætlan


Skeiðsnummar
2166.18
Heiti
Masterlæru verkætlan
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving innan samfelagsvísindi.
Endamál
Endamálið við masterlæruverkætlanini er at loyva lesandi at rannsaka eitt evni, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð), við at nýta problemorienteraða arbeiðstilgongd.
Innihald
Vitan um:  Verklig og týðandi mál innan úrvald samfelagslig øki  Greining av samfelagsligum evni við at nýta vísindalig háttaløg  Týðulig ástøðilig sjónarmið, sum gevur betri fatan av einum fyribrigdi, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð)  At skipa og gera eina problemorienteraða greining í samstarvi við onnur lesandi, granskarar og møguliga aðrar áhugapartar.
Læru- og undirvísingarhættir
Masterlæru verkætlanin er grundað á problemorienterað verkætlanar- arbeiði, ið verður framt í bólkum. Undir serligum umstøðum kann loyvi gevast til einstaklingaverkætlan. Í byrjanini av semestrinum verður skipað fyri kjak um ymisk verkætkanarevni, og tey lesandi velja sær eitt evni at arbeiða víðari við. Við støði í hesum verða bólkar gjørdir. Tá bólkar eru gjørdir, verður verkætlanararbeiði skipað við kravdum framløgum, seminarkjaki og peer-feedback sessionum umframt tilsjón frá tilknýttum granskarum gjøgnum semestri. Sum partur av verkætlanararbeiðinum skulu bólkarnir gera 2 framløgur um verkætlanina, har skrivlig frágreiðing úr verkætlanini á uml. 6 síður hvør skal fylgja við.
Læruúrtøka
Lesandi skal vera før/ur fyri at:  Finna og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum vísindaligum/akademiskum sjónarhorni.  Uppbyggja greiningina av einum týðandi problematikki við at brúka viðkomandi ástøði og hugtøk.  Finna og diskutera verkligar avleiðingar, ið greiningin hevur avdúkað.  Kjakast um vísindalig viðurskifti við vísindafólk og aðrar áhugapartar.  Greiða frá um vísindalig viðurskifti í einum álitandi og hóskandi skrivligum teksti.
Próvtøkuháttur
Ein fortreyt fyri at sleppa upp til próvtøku er, at tann lesandi skal hava staðið 2 munnligar framløgur saman við tilhoyrandi skrivligari frágreiðing úr verkætlanini á uml. 2.700 orð hvør. Próvtøkan er ein verkætlanaruppgáva við munnligari verju. Longdin á bólkauppgávuni skal verða 7-8.000 orð fyri (6-8.000 orð fyri einstaklingauppgávur)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tøkur á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield