2465.19 - Søga og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2465.19
Heiti
Søga og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í søgu og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum viðger skeiðið:  Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg.  Úrvald hugtøk um ástøði um vælferð og háttalag í søgu.  Úrvald empirisk øki um vælferð í komparativari og altjóða søgu.  Úrvald empirisk øki um almenna skipan og umsiting.  Dialektikkin millum hugmyndasøgu og materiella søgu. Eina fatan av søguligum hendingum sum konstrueraðar og dekonstrueraðar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eini samanseting av fyrilestrum, framløgu frá lesandi, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Orða og miðla eina tvørvísindaliga fatan av søgu á høgum støði.  Greina og diskutera, hvønn leiklut vælferð hevur í søguligu lýsingini av modernaðum/seinmodernaðum samfeløgum.  Velja vælgrundað millum ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesi í praksis kunnu nýtast til at fata leiklutin hjá institutiónum og felagsskapum at menna vælferðarsamfeløg.  Finna og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í vælferðarsøgu. Viðgera omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Framløga og innlating av grein (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum. Tíðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (í mesta lagi 10 síður, t.e. 4.500 orð): 50% av samlaða próvtalinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erling Isholm