2164.18 - Moderniseringssøga í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2164.18
Heiti
Moderniseringssøga í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í søgu í smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðir og oyggjasamfeløg:  Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg  Úrvald hugtøk um heimspeki, ástøði og háttalag í søgu.  Úrvald empirisk øki um komparativa og altjóða søgu.  Úrvald empirisk øki um almenna skipan, umsiting og leiðslu  Dialektikkin millum hugmyndasøgu og materiella søgu  Eina fatan av søguligum hendingum sum konstrueraðar og dekonstrueraðar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður grundað á eini samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Orða og miðla eina tvørvísindaliga fatan av søgu á høgum støði  Greina og diskutera, hvønn høvuðsleiklut søga hevur í at menna modernað/seinmodernað samfeløg  Velja vælgrudnað millum ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesar í praksis kunnu nýtast til at fata leiklutin hjá søgu, institutiónum og felagsskapum at menna samfeløg  Finna og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í søgulesnaði  Hugsa um (umrøða) omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg
Próvtøkuháttur
Tiðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (4-5.000 orð)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield