2475.16 - Praksislæra


Skeiðsnummar
2475.16
Heiti
Praksislæra
ECTS
25
Fortreytir
Vanlig fortreyt er, at ein hevur staðið 1. og 2. semester av masterlæruútbúgvingi. Praksislærustaðið skal hava í minsta lagi tvey fulltíðarsett starvsfólk. Praksislærustaðið kann vera ein fyritøka, ein stovnur, ein fyrisiting, eitt tænastuvirki ella framleiðsluvirki. Praksislæruskeiðið skal hava eitt greitt fakliga relevant innihald, og tí skal samstarvsavtala við starvsstaðið góðkennast av útbúgvingarleiðara ella vegleiðara.
Endamál
Endamálið við praksislæruni, er at víðka akademisku arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi, umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað. Hetta skal fevna um: • Kvalifisering av teimum lesandi til størv innan tað fakøki ella tema, sum tey arbeiða innanfyri á masterlæruni, hetta við at teoretisk vitan kemur í spæl við praksis. • Skapa samanhang millum universitera læring og føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin, harundir eisini netverk og sambond innan sítt virkisøki fyri tann einstaka lesandi. • Styrkja analytisku førleikarnar hjá tí lesandi, hetta gjøgnum praksisrættaða og problemgrundaða verkætlan. • Vísindaligt arbeiðslag gjøgnum praksisrættaða og problemgrundaða verkætlan, har vegleiðing og seminar stuðla undir hesi menning.
Innihald
Praksisskeiðið fylgir lestrarárinum, og byrjar antin um 1. september og endar 1. januar, ella uml. 1. februar og endar umleið 1. juni. Hesi tíðarskeið hava týdning fyri at tryggja, at praksisskeiðið eisini fylgir lestrarárinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeiðið á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD). Áleið ein dagur um vikuna verður settur av til at vera til staðar á lestrarstaðnum. Er praktikkuppihaldið í øðrum landi, so verður gjørd serlig avtala um, hvussu hetta best verður skipað (t.d. Skype ellar aðrar samskiftismiðlar). Dagurin á SSD verður brúktur sum ein akademisk stuðlan undir tí arbeiði ein ger, eitt nú gjøgnum framløgur, kritikk og kjak. Hetta kann eisini vera seminar/fyrilestrar, eitt nu serligar avbjóðingar í akademiskum arbeiði, metodur o.a. Gjørd verður ein praksislærurapport, hetta við grundarlagi í individuellari ella bólkavegleiðing. Arbeiðið á praksislærustaðnum Praksisarbeiðið tekur støði í felags avtalu millum SSD, praksislærurstaðið og tann lesandi, ið tryggjar, at tað lesandi fremur akademiskt relevant arbeiði og fær innlit í dagliga arbeiðið á staðnum, t.e. er til staðar á arbeiðsplássinum og fær .
Læruúrtøka
Grundað á praksislærurapport: • Reflektión um tær praksisroyndir tann lesandi hevur gjørt sær í praksislærutíðarskeiðinum, harundir serligar avbjóðingar og royndir í einum akademiskum sjónarhorni. • Kritiska reflektión, teoretiskt og praktiskt, í mun til starvsøki ella arbeiðsuppgávur tann lesandi hevur havt á praksislærustaðnum. • Reflektión á einum vísindaligum grundarlagi kring egið praksislæruuppihald, hetta grundað á eina problemorienteraða tilgongd og sjálvstøðugt arbeiði. • Eina problemorienteraða analysu, som fevnir um fakøki hjá tí lesandi og hennara/hansara serligu áhugaøki, og á tann hátt fáa fram nýggja viðkomandi vitan.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka grundað á projektrapportina
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Gestur Hovgaard