2489.16 - Evnisrættað synopsa á masterlæru


Skeiðsnummar
2489.16
Heiti
Evnisrættað synopsa á masterlæru
ECTS
10
Fortreytir
Innskriva til Master-læru ella tilsvarandi
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi, við støði í teirra valda evnisøki á masterlæruni, sjálvstøðugt evna at lýsa eina fakliga breidd innan eitt úrvalt evnisøki, umframt at fyrihalda seg kritiskt-refleksivt til útvaldar problematikkir innan hetta sama evnisøki.
Innihald
Vitan um:  Úrvalt evnisøki innan søgu, sosialvísindi og samfelagsplanlegging ella politikki og umsiting, ið verður lýst í einum søguligum og konseptuellum sjónarhorni.  Teoretiskar og/ella praktiskar avbjóðingar innan valda evnisøkið.  Úr einum kritiskt-refleksivum sjónarhorni viðgerða úrvaldar problematikkir og praktisku avleiðingar teirra.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing og seminarvirksemi í at skriva synopsis.
Læruúrtøka
 Identifisera og lýsa eitt vísindaligt evnisøki og tess kjarnuhugtøk og viðgerða hesa(r) kritiskt-refleksivt.  Hegni at taka fram úrvaldar problematikkir, viðgera hesar serstakt í mun til serliga evnisøkið, harundir teirra praktisku og etisku konsekvensir.  Formidla akademiskt og samanhangandi úrvalt evnisøki og teir úrvaldu problematikkir í synopsisformi.
Próvtøkuháttur
Meting við grundarlagi í synopsis.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Litteraturlisti til synopsis er galdandi pensum, vegleiðandi 5-600 síður, góðkennast av útbúgvingarleiðara.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard