2166.21 - Masterverkætlan


Skeiðsnummar
2166.21
Heiti
Masterverkætlan
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving í samfelagsvísindum.
Endamál
Endamálið við masterverkætlanini er, at lesandi rannsaka eitt evni, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð), við at nýta trupulleikagrundaða arbeiðstilgongd.
Innihald
• Verklig og týðandi mál innan úrvald samfelagslig øki. • Greining av samfelagsligum evni við at nýta vísindalig háttaløg. • Týðilig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av einum fyribrigdi, sum hevur týdning fyri føroyska samfelagið (fortíð og/ella nútíð). • At skipa og gera eina problemorienteraða greining í samstarvi við onnur lesandi, granskarar og møguliga aðrar áhugapartar.
Læru- og undirvísingarhættir
Masterverkætlanin er grundað á trupulleikagrundað verkætlanararbeiði, ið verður framt í bólkum. Undir serligum umstøðum kann loyvi gevast til einstaklingaverkætlan. Í byrjanini av semestrinum verður skipað fyri kjaki um ymisk verkætkanarevni, og tey lesandi velja sær eitt evni at arbeiða víðari við. Við støði í hesum verða bólkar gjørdir. Tá bólkar eru gjørdir, verður verkætlanararbeiðið skipað við kravdum framløgum, seminarkjaki og peer-feedback sessiónum umframt vegleiðing frá granskarum gjøgnum semestri. Sum partur av verkætlanararbeiðinum skulu bólkarnir hava framløgur um verkætlanina, sum byggja á skrivligar innlatingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Staðfesta og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum vísindaligum/akademiskum sjónarhorni. • Greina ein týðandi trupulleika við viðkomandi ástøði og hugtøkum. • Staðfesta og kjakast um verkligar avleiðingar, ið greiningin hevur avdúkað. • Kjakast um vísindalig viðurskifti við vísindafólk og aðrar áhugapartar. Greiða frá um vísindalig viðurskifti í einum vísindaligum teksti
Próvtøkuháttur
Ein fortreyt fyri at sleppa til endaliga próvtøku er, at tann lesandi skal hava staðið munnligar framløgur saman við skrivligari frágreiðing. Próvtøkan er ein verkætlanaruppgáva við munnligari verju.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tøkur á Moodle
Ábyrgd
Rógvi Olavson