2273.21 - Miðlar og politiskt samskifti


Skeiðsnummar
2273.21
Heiti
Miðlar og politiskt samskifti
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi
Endamál
Skeiðið skal geva lesandi víðkaðar ástøðiligar førleikar at greina og viðgera miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesi hanga saman við sosialum og politiskum virksemi í 21. øld.
Innihald
Skeiðið viðger ástøði og hugtøk innan miðlar og politiskt samskifti úr einum altjóða og føroyskum sjónarhorni. Tað setur søguligt, heimspekiligt, stjórnmálafrøðiligt og samfelagsfrøðiligt sjónarhorn á miðlar, miðlagerð og politiskt samskifti. Skeiðið viðger samanhangin millum miðlamentan, miðlaskipan, miðlatøkni og miðlaframleiðslu. Avgerandi spurningurin er, hvussu miðlagerð ávirkar sosialt og politiskt lív, og – í forleingilsi av tí – hvørjar avbjóðingar hetta kann hava fyri vælferð og fólkaræði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgum frá lesandi og skrivligum uppgávum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi duga at: - Vísa eina fatan av ymiskari ástøði um miðlar og politiskt samskifti. - Eyðmerkja og greina viðkomandi vísindaligt tilfar um miðlar og politiskt samskifti. - Greina og viðgera avgerandi tættir í sambandi við miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesir ávirka vælferð og fólkaræði og vælferð. - Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í sambandi við smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
- Framløga á 15 minuttir í einum av undirvísingartímunum (kravd fyri at sleppa upp til munnliga próvtøku). - 30 prosent av endaliga próvtalinum: Politiskt upprit um miðlapolitikk (miðskeiðis í skeiðnum eftir fyrilestur nr. 6 av 10). - 70 prosent av endaliga próvtalinum: Munnlig próvtøka við støði í ritroynd (eftir seinastu undirvísing).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sergreinaður lesilisti fyri hvønn undirvísingartíma. Harumframt eyka lesilisti við viðkomandi tilfari. Væntað verður, at lesandi sjálvstøðugt eyðmerkja viðkomandi tilfar til framløgur, uppgávur og próvtøku (sí læruúrtøkur).
Ábyrgd
Rógvi Olavson