2465.22 - Søga og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.


Skeiðsnummar
2465.22
Heiti
Søga og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í søgu og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum: • Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg. • Úrvald hugtøk um ástøði um vælferð og háttalag í søgu. • Úrvald empirisk øki um vælferð í komparativari og altjóða søgu. • Úrvald empirisk øki um almenna skipan og umsiting. • Dialektikkin millum hugmyndasøgu og materiella søgu. Eina fatan av søguligum hendingum sum konstrueraðar og dekonstrueraðar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eini samanseting av fyrilestrum, framløgu frá lesandi, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiði er lokið, skal lesandi skal verða før/ur fyri at: • Miðla munnliga og skrivliga eina tvørvísindaliga fatan av søgu á høgum støði. • Greina og kjakast um, hvønn leiklut vælferð hevur í søguligu lýsingini av modernaðum/seinmodernaðum samfeløgum. • Samanbera og greina ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesi í praksis kunnu nýtast til at fata leiklutin hjá institutiónum og felagsskapum at menna vælferðarsamfeløg. • Staðfesta og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í vælferðarsøgu. Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga í bólki um útvalda vísindaliga grein, sum verður mett staðið/ikki staðið. Tíðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva á í mesta lagi 5.000 orð. Lesandi skulu standa báðar partar fyri at standa alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield