2475.23 - Praksislæra


Skeiðsnummar
2475.23
Heiti
Praksislæra
ECTS
25
Fortreytir
1. og 2. lestrarhálvu á masterstigi, ella samsvarandi førleikar.
Endamál
Endamálið við praksislæruni er at víðka um yrkisligu og fakligu førleikarnar hjá lesandi og at geva lesandi møguleikan at skapa nýggja og viðkomandi vitan, sum arbeiðsmarknaðurin spyr eftir. Endamálið er eisini at skapa ein samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknaðin og byggja brýr millum teoretiska og praktiska vitan.
Innihald
Praksislæran fylgir lestrarárinum og byrjar um miðjan august og endar í desember. Innihaldið er: • Uppihald á arbeiðsplássinum, seminarvirksemi og vegleiðing, ið skapar samanhang millum akademiska læring og føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin. • Praksisrættað og problemgrundað vísindalig frágreiðing, ið styrkir analytisku førleikarnar hjá tí lesandi
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeiðið á Setrinum 5-7 dagar eru settir av til seminar á Setrinum. Arbeiðið á Setrinum stuðlar arbeiðinum við praksislærufrágreiðingini. Seminarini á Setrinum verða skipað við fyrilestrum, framløgum, kjaki og individuellari vegleiðing. Er praksislæran í øðrum landi verður serlig avtala gjørd um, hvussu hetta best verður skipað (t.d. við luttøku á netinum). Arbeiðið á praksislærustaðnum Praksislæran tekur støði í felags skrivligari avtalu millum Setrið, praksislærustaðið og tann lesandi. Endamálið við hesi avtalu er at tryggja, at semja er millum Setrið, tann lesandi og arbeiðsplássið um, hvat tann lesandi skal gera, og at valda evnið hevur eina fakliga dýpd og krevur analytiskar førleikar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi vera før/ur fyri: • At skriva eina akademiska praksislærufrágreiðing, sum inniheldur nýggja og viðkomandi vitan. • At reflektera kritiskt um praktiskar royndir og praksislærutíðarskeiðið. • At reflektera á einum vísindaligum grundarlagi um val av evni, um háttaløg, analysu og niðurstøður.
Próvtøkuháttur
Áðrenn tann lesandi kann fara til próvtøku, skal hann/hon hava luttikið á nøktandi hátt í akademiska virkseminum á Setrinum og á arbeiðsplássinum. Hetta verður góðkent av skeiðs-ábyrgdara. Metingin verður gjørd við støði í eini heildarmeting av skrivligu praksislærufrágreiðingini og munnligari próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi hava hvør sín lestrarlista, og hesin skal umfata hugtøk, ástøði og háttaløg, sum eru viðkomandi fyri refleksivt og praktiskt akademiskt arbeiði. Praksislærufrágreiðingin skal vera millum 8.000 og 11.000 orð.
Ábyrgd
Heini í Skorini