6308.21 - Vísindaástøði og háttalag 2


Skeiðsnummar
6308.21
Heiti
Vísindaástøði og háttalag 2
ECTS
5
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið skeiðið “Vísindaástøði og háttalag 1” (áðrenn 2021 “Metodologi 1”) á Master í politikki og umsiting, samfelagsvísindi og søgu.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi menna førleikan at brúka vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í mun til ein spurdóm, áðrenn tey skulu skriva høvuðsritgerð.
Innihald
Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í samband við høvuðsritgerðina. Skeiðið leggur eisini dent á førleikan at orða spurdóm og gera kanningarsnið við støði í høvuðsritgerðini. Í vísindaástøðiliga partinum verður dentur lagdur á tilgongdir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Í mun til kanningarsnið verður dentur lagdur á førleikan at eyðmerkja granskingareindir og taka atlit til ymisk metodisk hugtøk og krøv. Í mun til háttalag snýr skeiðið seg um ymiskar hættir at savna saman data í mun til ein spurdóm í eini høvuðsritgerð. Skeiðið er eitt framhald av skeiðnum ”Vísindástøði og háttalag I” og útgreinar ymiskar tættir, sum eru neyðugir, tá høvuðsritgerðin skal skrivast.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á bæði seminarvirksemi, bólkaarbeiði og individuelt arbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: :: • greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir í mun til ein spurdóm • eyðkenna fyrimunir og vansar við ymiskum háttaløgum í mun til ein spurdóm • meta um hóskandi kanningarsnið í mun til ein orðaðan spurdóm • eftirmeta kritiskt egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt í mun til ein spurdóm.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva á 3-5.000 orð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 200 síður samanlagt. Bókmentalistin verður tøkur á Moodle. Vegleiðandi síðutal í bókmentalistanum er 100 síður. Afturat bókmentalistanum skulu tey lesandi sjálvi leggja egið tilfar afturat, sum er valt við støði í teirra høvuðsritgerð.
Ábyrgd
Heini í Skorini