6309.22 - Ástøðiligt essay


Skeiðsnummar
6309.22
Heiti
Ástøðiligt essay
ECTS
10
Fortreytir
Innskrivað til MA í søgu, M.S.Sc. í politikki og umsiting ella M.S.Sc. í samfelagsvísindum.
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi sjálvstøðugt lýsa og viðgera eitt ástøðiligt evni ella øki og víðka sínar ástøðiligu førleikar. Endamálið er eisini, at hin lesandi megnar at menna eitt ástøðiligt greiningaramboð, sum kann nýtast til at kanna útvaldar fakligar spurningar.
Innihald
Skeiðið leggur dent á evnini at lýsa og viðgera ástøðilig evni, tema ella trupulleikar. Skeiðið leggur eisini dent á førleikan at menna ein ástøðiligan fatanarkarm ella samanhang, sum kann brúkast til at viðgera eitt ítøkiligt, empiriskt evni. Tað vil siga, at hin lesandi megnar at skriva eina ástøðiliga uppgávu, sum kann brúkast sum greiningaramboð. Umframt hetta leggur skeiðið dent á førleikan at velja eitt ástøðiligt evnisøki innan eins egnu útbúgving (søgu, samfelagsvísindi ella politikk og umsiting). Ein partur av skeiðnum snýr seg eisini um, at lesandi sjálvi megna at finna fram viðkomandi, vísindaligt tilfar.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing og seminarvirksemi í at skriva eitt ástøðiligt essay.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi hava ognað sær hesar førleikar: - At velja út og grundgeva fyri vali av ástøðiligum evni og/ella trupulleika - At orða ein spurdóm - At finna viðkomandi vísindaligt tilfar - At lýsa, viðgera og kjakast kritiskt um ástøði og ástøðilig hugtøk - At vísa á, hvat vit longu vita um eitt evni (granskingarsøga) - Operationalisera ástøði, so ástøðiligi karmurin kann nýtast til at fara undir at kanna eitt útvalt evni ella trupulleika - At samskifta akademiskt og samanhangandi um valda evnið
Próvtøkuháttur
Skrivligt essay, sum skal vera millum 6-7.000 orð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin umfatar 5-600 síður og skal góðkennast av undirvísara.
Ábyrgd
Hallbera Fríða West