6326.23 - Føroyskt keldutilfar úr einavaldstíðini


Skeiðsnummar
6326.23
Heiti
Føroyskt keldutilfar úr einavaldstíðini
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at kanna, viðgera og miðla keldutilfar um føroyska søgu í 18. og 19. øld.
Innihald
Undirvísingin fevnir um samgilt og talgilt keldutilfar úr tíðarskeiðinum eins og viðgerð av empiriskum tilfari um tíðarskeiðið. Venjing av førleikavitan og tilvitan um førleikar eru eisini liðir í undirvísingini, sum inniheldur evni, sum kunnu stuðla eini framhaldandi umráðingartilgongd til útvegan av akademiskum førleikum.
Læru- og undirvísingarhættir
Seminar við uppleggum frá undirvísara og lesandi, øvilsir og kjak, sum verða fylgd upp við einstaklinga samandráttar-arbeiði. . Í skeiðstíðini skulu tey lesandi loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð ábyrgdarlærarans.
Læruúrtøka
Tá skeiði er endað, skal tann lesandi: • hava vitan um keldutilfarið um føroyska søga úr einavaldstíðini og hættir at viðgera og miðla keldutilfarið. • vera før/ur fyri at finna fram og skipa viðkomandi keldutilfar til ein settan spurdóm og leggja fram metingar um virðið á keldutilfarinum. • vera før/ur fyri sjálvstøðugt tulka, taka støðu til keldur og nýta tær fyri at fáa fram partar av fortíðarinnar veruleika. • vera før/ur fyri at miðla vitan skrivliga og munnliga og at eyðmerkja og skjalfesta viðkomandi spurningar í sambandi við nýtsluna av keldutilfarinum. • vera før/ur fyri at grunda yvir egna læring og førleikamenning.
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Individuellur við góðkenning frá undirvísara
Ábyrgd
Erling Isholm