6327.24 - Vinnu- og maritim søga í 19. og 20. Øld


Skeiðsnummar
6327.24
Heiti
Vinnu- og maritim søga í 19. og 20. Øld
ECTS
10
Fortreytir
BA í søgu
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at viðgera og greina vinnu- og maritim søgu við útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Skeiðið gevur teimum lesandi faksøguligar førleikar at brúka vinnu- maritimsøgulig hugtøk og ástøði. Skeiðið gevur eisini teimum lesandi innlit í vísindaligar traditiónir og sosial- og mentanarlig granskingarevni í vinnu- og maritimsøgu.
Innihald
Við útgangsstøði í vinnu- og maritim søgu verður dentur lagdur á viðkomandi faksøgulig frøðiheiti, hugtøk og ástøði um vinnusøgu. Dentur verður lagdur á dømi úr vinnu- og maritim søgu, nærsøgu, landssøgu og altjóða søgu. Føroysk vinnu- og maritimsøga í 19. og 20. øld verður sett inn í eitt norðurlendskt og altjóðasøguligt høpi, har hugtøk, ástøði og háttaløg verða tikin fram í eitt komparativt høpi fyri at fáa eina fakliga fatan og eitt søguligt samfeldi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, framløgur frá lesandi og útferðir. Skeiðið byggir á bæði ástøðiliga og praktiska læring.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • miðla eina tvørvísindaliga fatan av vinnu- og maritimsøgu • lýsa og tulka eitt fjøltáttað faksøguligt evni, sum viðger samtíðarsøgu • samanbera og greina ymisk ástøði og ymsar søguligar tilgongdir, tíðarbil og søguskeið, har Føroyar sum smátjóð og maritimt oyggjasamfelag er ein partur av altjóða søgu og av altjóða samfelagnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalisti verður útvegaður á Moodle.
Ábyrgd
Erland Viberg Joensen