6328.24 - Smátjóðir og altjóða Politikkur


Skeiðsnummar
6328.24
Heiti
Smátjóðir og altjóða Politikkur
ECTS
10
Fortreytir
BA-stig í samfelagsvísindi / stjórnmálafrøði (ella samsvarandi førleikar)
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at veita lesandi yvirlit yvir teoretiska og empiriska gransking um avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í altjóða politikki og altjóða viðurskiftum. Við Føroyum sum empiriskum útgangsstøði er endamálið at geva lesandi analytisk og vísindalig amboð til at greina og tulka avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í 21. øld og at skilja søguliga bakgrund fyri aktuellum viðurskiftum.
Innihald
Innihaldið í hesum skeiðnum viðger leiklutin hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í altjóða politikki, og skeiðið viðger soljóðandi spurningar: Hvat er ein lítil statur ella ein ikki-suveren politisk eind? Hava stór lond, smá lond og ikki-suveren lond ymiska atferð og avbjóðingar? Hvørja ávirkan hava smá lond og ikki-suverenar eindir í altjóða samfelagnum? Við støði í smátjóðum veitir skeiðið teoretisk amboð at greina hesar spurningar, og við Føroyum sum empiriskum útgangsstøði greinar skeiðið møguleikar og avmarkingar hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í 21. øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, framløgur hjá lesandi, vitjanir til viðkomandi almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu lesandi vera før fyri at: - Lýsa avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum og ikki-statsligum eindum í altjóða politikki - Greiða frá sentralum teoretiskum hugtøkum og rákum í altjóða politikki og leiklutin hjá smátjóðum og smáum aktørum ígjøgnum hesar teoriir - Greina nær og hví smátjóðir trívast og vaksa í altjóða skipanini - Tulka hvørji atferðarmynstur eru tengd at smátjóðum, og hví smátjóðir bera seg at, sum tær gera - Eyðmerkja diplomatiskar strategiir hjá smátjóðum og ikki-suverenum aktørum í samráðingum og fyri at ávirka altjóða politikk - Brúka teoretisk hugtøk í greiningum av støðum og evnum frá tí politiska veruleikanum
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva í tveimum. Báðar uppgávur telja helvtina av samlaða próvtalinum. Fyri at kunna lata inn seinnu uppgávuna skal hin lesandi standa fyrru uppgávuna. Um ein lesandi ikki stendur skeiðið, skal hann/hon lata inn báðar uppgávurnar til endurpróvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
800-1000 síður
Ábyrgd
Heini í Skorini