6330.22 - Føroysk kirkjusøga í 18. øld


Skeiðsnummar
6330.22
Heiti
Føroysk kirkjusøga í 18. øld
ECTS
10
Fortreytir
BA í søgu ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndir. Skeiðið svarar til skeið nummar 2457.20, sum serliga er ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði.
Endamál
Tann lesandi fær yvirlit yvir føroyska kirkjusøgu og serligt innlit í eitt valt tíðarskeið.
Innihald
Skeiðið fer at varpa ljós á tær báðar stóru rørslurnar í 18. øld, pietismu og upplýsingartíð, sum trúarrák og politiskar stevnur. Spurt verður, hvørja ávirkan tær fingu á tað kristna, vesturlendskan samfelagið og serliga á trúar- og kirkjulív her á landi. Evni verða eitt nú: -kirkjur: bygningar, roknskapir og guðstænastuskipanir -lesiførleiki, undirvísing og skúlaskapur -prestar og leikfólk -fólkslig trúgv og siðvenja -lesnaður og boðan: lestrabøkur, læribøkur, sálmabøkur Skift verður millum kirkjusøgulig og trúarfrøðilig yvirlit og keldur, sum skulu greinast, tulkast, samanberast og setast inn í mentanarsøguligan og átrúnaðarligan samanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 x 3 tímar, lagað eftir kirkjuárinum og arbeiðsbyrðu prestanna. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og framløga frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • eyðmerkja og skilja ímillum tey stóru rákini í teimum luthersku kirkjunum serliga í 18. øld og meta um tað árin, hesi rák hava havt á føroyskt trúarlív • vísa, at tey eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt við ymiskum átrúnaðarligum tekstasløgum og nýta tey kritiskt sum kirkjusøguligt keldutilfar • lýsa føroyska gudstrúgv við dømum úr frásagnum og átrúnaðarligum skaldskapi • viðgera bæði stríð og samstarv millum kirkjuligar myndugleikar og embæti øðrumegin og tað virkna leikfólkið hinumegin • taka støðu til ta luthersku prædikuna sum livandi orð av prædikustólinum ella endurtøku í lestri og vísa á fyrimunir og vansar við hesum báðum sløgum av boðan
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók: P. M. Rasmussen: Tættir úr Føroya kirkjusøgu, Tórshavn 1978. (Er tøk sum flokssett) Bókmentalisti og annað tilfar verður tøkt á Moodle P. M. Rasmussen: Tættir úr Føroya kirkjusøgu, Tórshavn 1978 (To be handed out)
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen