6335.23 - Vísindaástøði og háttalag á master


Skeiðsnummar
6335.23
Heiti
Vísindaástøði og háttalag á master
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva lesandi innlit í ymiskar vísindaástøðiligar fatanir, krøv til kanningarsnið og vitan um, hvussu ymisk háttalagsamboð kunnu nýtast í gransking.
Innihald
Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði og førleika at gera kanningarsnið til ávísan spurdóm við hóskandi útvaldum háttalagsamboðum. Í vísindaástøði verður dentur lagdur á fatanir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Skeiðið leggur eisini dent á at veita breidd í vitan um háttalagsamboð og fevnir um ymiskar arbeiðshættir, m.a. kvalitativt háttalag, kvantitativt háttalag, at gera samrøður, meginreglur fyri søguskriving, diskursanalysu og at gera spurnarkanning.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar fatanir • Eyðmerkja styrkir og avmarkingar við ymiskum háttalagsamboðum • Gera eitt hóskandi kanningarsnið til ávísan spurdóm • Reflektera um egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklingauppgáva upp á 4000 orð
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1000 síður. Lestrarlistin er tøkur á moodle.
Ábyrgd
Heini í Skorini