Skriva út

Her halda vit til

Vit halda til á Søgu- og Samfelagsdeildini á Jónas Broncksgøtu 25


Øll undirvísing gongur fyri seg á Fróðskaparsetrinum. Her kýta vit okkum fyri at skapa eitt umhvørvi við felags fakligari menning gjøgnum fakbólkar, projektarbeiði og seminarvirksemi. Samstundis ynskja vit at praktisera eina mennandi og dynamiska tilgongd til tann einstaka.

Tað hevur týdning, at vit savnast til felags lesing, kjak og skriving, tí hetta eru læruhættir sum próvfast geva bestu fakligu menningina. Hetta er samstundis við til at skapa eitt hugaligt og progressivt akademiskt umhvørvi fyri okkum øll her á Setirnum, bæði lesandi og starvsfólk.