Skriva út

Master í søgu

Master in History
  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Hendan masterútbúgvingin gevur hollar førleikar at arbeiða við søguligum og samfelagsligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Við MA í søgu fært tú eisini førleikar til víðari lestur á Ph.D.-stigi.

Útbúgvingin mennir evnini hjá lesandi at arbeiða við søguligum og samfelagsligum viðurskiftum og leggur dent á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum og í størri londum og altjóða samanhangum. 

Bygnaður

Bygnaðurin á útbúgvingini sæst í myndini niðanfyri. Tó kunnu einstakar broytingar koma fyri, tá verandi skeið verða broytt, ella tá nýggj skeið verða ment. Men grundleggjandi leisturin er tó hin sami.

Bygnaður

1. 
lestrarhálva
2. 
lestrarhálva
3. 
lestrarhálva

4. 

Lestrarhálva

Vísindaástøði og háttalag I

10 ECTS

 

Praksislæra

25 ECTS

 

Føroyskt keldutilfar úr einavaldstíðini

10 ECTS

30 valfrí ECTS á Fróðskaparsetrinum og/ella útlendskum universitet

Vísindaástøði og háttalag II

5 ECTS

Masterritgerð 

30 ECTS

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

  

 

 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur tvey ár.

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur m.a. lagdur á vísindaástøði og háttaløg (10 ECTS). Onnur 10 ECTS snúgva seg um verkætlanararbeiði í bólki, og eitt triðja skeið snýr seg um keldur í 18. øld.

Í aðru lestrarhálvu eru 30 valfrí ECTS, sum tann lesandi kann taka á Fróðskaparsetrinum ella á útlendskum universiteti. Í summum førum kann partur av hesum semestrinum ikki vera valfríur, men kravdur.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at avtalað verður gjørd millum tann lesandi, Fróðskaparsetrið og eitt føroyskt arbeiðspláss. Í hesum semestrinum arbeiðir tann lesandi við eini fakligari uppgávu, samstundis sum hann ella hon luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Harafturat er ein minni partur av lestrarhálvuni (5 ECTS) ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til høvuðsritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu skal sjálv masterritgerðin skrivast við vegleiðing.

Innihald

Útbúgvingin viðger samanspælið millum fortíð og nútíð og hvussu søguligar gongdir hava slóðað fyri dagsins samfelagi. Útbúgvingin leggur dent á at greina søguligar hendingar, tíðarskeið og evnir, sum hava myndað fortíð og nútíð. Umframt hetta mennir útbúgvingin eisini førleikan at hugsa vísindaligt og tvørvísindaligt og arbeiða við ymiskum vísindaligum háttaløgum. Samstundis kunnu lesandi menna ein sjálvstøðugan fakligan profil, og við praksislæru á triðja semestri leggur útbúgvingin eisini dent á praktiskar førleikar og gott samband til arbeiðsmarknaðin. Partur av undirvísingini kann fara fram á enskum ella norðurlendskum máli. Kravið um at vera til staðar á lærustovninum og luttaka í undirvísing er størri enn undir vanligum universitetslestri.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Í heyst-semestrinum eru próvtøkur vanliga í desember og januar, og í vár-semestrinum eru próvtøkur vanliga í mai og juni. Tó kunnu próvtøkur eisini koma fyri onnur tíðarskeið.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða skipaðar eftir reglugerðum Setursins.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnliga verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Bachelorútbúgving í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Bachelorútbúgving í søgu frá øðrum hægri lærustovni.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi á bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Framtíðarmøguleikar

MA í søgu er ein sterk útbúgving, sum byggir á vitan um og royndir við bæði altjóða og føroyskum viðurskiftum. Hon gevur hollar førleikar at starvast í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum.

Framhaldandi útbúgving

Við MA í søgu ert tú eisini væl ílatin til víðari lestur á Ph.D.-stigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Heina í Skorini, útbúgvingarleiðara, heinis@setur.fo, tlf 292610