Skriva út

Læruúrtøkur

Eftir lokna útbúgving megnar tú:

  • Vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan títt fakøki grundað á nýggjastu altjóða fakligu vitanina.
  • At problematisera, greina og framleiða viðkomandi vitan innan títt fakøki og tema.
  • At arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum støði.
  • Sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta støði, og at samstarva við javnlíkar í arbeiðsbólki.
  • At samskifta og kjakast um gransking og vísindaliga vitan við fakfelagar og ikki-serfrøðingar.
  • At taka á teg analytiskar arbeiðsuppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, herundir at bera fram væl grundaðar loysnir uppá praktiskar avbjóðingar.