Skriva út

Masterlæra í sosialvísindum og samfelagsplanlegging

Master Learning in Social Science and Planning
  • Lestrartíð 2ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði innan eitt fakøki, men samstundis er fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær sín egna sjálvstøðuga fakliga profil.

Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti, hetta serliga gjøgnum problemgrundað projektarbeiði. At arbeiða við støði í at menna slíkar eginleikar hevur stóran týdning fyri ein lítlan arbeiðsmarknað sum tann føroyska.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

Metodologi I

10 ECTS

Uppihald á
útlendskum
universiteti

30 ECTS

Praksislæra /
phronetikum

25 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Fakskeið

10 ECTS

 

Metodologi II

5 ECTS

 

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

   

 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur tvey ár:

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori og metodu innan sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi, saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, granskar tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Innihald

Útbúgvingin, M.S.Sc. í sosialvísind og samfelagsplanlegging tekur menniskjans samanspæl við samfelagsins strukturar og stovnar til viðgerðar, og hvussu intentionel samfelagslig menning skapast, hetta grundað í felags avgerðum og virðum.

Málið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, men samstundis eisini ein sjálvstøðugan fakligan profil. Grundað á eina problemorienteraða, tvørvísindaliga tilgongd, tætt samstarv millum studentar og granskarar á deildini, og starvslæru, mennir studenturin eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.

Nakað av samskiftinum fer fram á enskum/skandinaviskum máli, herundir uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á lærustovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Munnligar royndir er grundaðar á temaseminar, workshops o.l. Serritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya.

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá øðrum hægri lærustovni, har royndir við problemorientering og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Framtíðarmøguleikar

Ein fakliga sterk samfelagsvísindalig útbúgving, grundað á vitan og royndir frá bæði altjóða viðurskiftum og úr føroyska samfelagnum, gevur hollar førleikar at starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna sektorin í samfelagnum.

Eftir lokna masterlæruútbúgving hevur tann lesandi bygt sær upp holla vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan samfelagsfrøðiliga fakøkið, grundað á nýggjastu fakligu vitanina.

Próvtakarin hevur fingið førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Hann ella hon kann arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi og loysa sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta stigi, eins og viðkomandi kann arbeiða væl saman við øðrum í arbeiðsbólkum.

Harumframt kann próvtakarin taka á seg miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann taka á seg greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar.

Framhaldandi útbúgving

Við M.S.Sc útbúgving í sosialvísundi og samfelagsplanlegging og ert tú væl fyri til víðari lestur á ph.d. stigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf 292597