2167.18 - Metodologi í Masterlæru


Skeiðsnummar
2167.18
Heiti
Metodologi í Masterlæru
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosalvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva lesandi innlit í ontologiska og epistemologiska grundarlagið og høvuðsevnini í Masterlæruni
Innihald
Vitan um:  Týdningin av søgu og samfelagsvísindum í samfelagnum og sambandið millum søgu og samfelagsvísindi  Metodologiskar siðvenjur á ymiskum akademiskum økjum  Tvørvísindaligt, praksisrættað og problemgrundað arbeiði  Metodologisku avleiðingunum av tvørvísindum, problemgrundaðum og refleksivum vísindum  at gera ein profil og skriva Masterlæru-avtalu
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Lesandi skal vera før/ur fyri at:  At greiða frá dynamiska sambandinum millum vísindi og samfelag.  At gera kritiskar metodologiskar reflektiónir, t.e. at seta saman metodologiskar tilgongdir og val av háttaløgum, sum hóska til samfelagsliga viðkomandi ástøði og spurdóm.  At skipa hugsanir um vísindaliga framleiðslu og eftirmeting av dátum.  Hugsa um etisku síðuna av metodologi og av framleiðsluni av vísindaligari vitan sum heild.
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklingauppgávu, ið er umleið 3.000 orð til longdar. Ein fortreyt fyri próvtøkuni er, at tann lesandi hevur skrivað og latið inn sína Masterlæruavtalu (3-4 síður skrivligt skjal).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin er tøkur á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield