2460.18 - Ástøðiligt ritroynd (essay) á Masterlæru (søga, sosialvísindi og samfelagsplanlegging, politikkur og umsiting).


Skeiðsnummar
2460.18
Heiti
Ástøðiligt ritroynd (essay) á Masterlæru (søga, sosialvísindi og samfelagsplanlegging, politikkur og umsiting).
ECTS
10
Fortreytir
Innskrivað til Masterlæru ella samsvarandi
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi sjálvstøðugt lýsa og viðgera eitt ástøðiligt evni ella øki. Tann lesandi skal megna at vera kritiskur, refleksivur og diskuterandi. Ritroyndin hevur til endamáls at víðka ástøðiligar førleikar hjá tí lesandi frá øðrum lestrarstaði.
Innihald
Vitan um:  Útvalt evnisøki innan eins vísindaøki (søgu, sosialvísindi og samfelagsplanlegging ella politikki og umsiting), ið verður lýst frá einum ástøðiligum sjónarhorni.  Ástøðiligar avbjóðingar innan valda evnisøkið.  Úr einum kritiskum-refleksivum sjónarhorni viðgera útvaldar ástøðiligar problematikkir.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing og seminarvirksemi í at skriva eitt ástøðilig ritroynd.
Læruúrtøka
 Identifisera og lýsa eitt ástøðiligt evnisøki , íroknað upprunar keldur, og tess kjarnuhugtøk og viðgera hesi kritiskt-refleksivt.  Hegni at taka fram útvaldar problematikkir og viðgera hesar serstakt.  Samskifta akademiskt og samanhangandi útvalt evnisøki og teir útvaldu problematikkir í ritroyndar-formi
Próvtøkuháttur
Meting við grundarlagi í ritroynd, sum skal vera í millum 8-10.000 orð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti umfatar 5-600 síður og skal góðkennast av undirvísara.
Ábyrgd
Heini í Skorini