2480.17 - Masterlæru ritgerð


Skeiðsnummar
2480.17
Heiti
Masterlæru ritgerð
ECTS
30
Fortreytir
90 ECTS, ið eru góðkend innan masterlæruskipanina.
Endamál
Endamálið við masterritgerðararbeiðinum er, at tann lesandi vísir víðkaðar refleksivar førleikar í problemorienteraðum og tvørvísindaligum arbeiðsháttaløgum. Hetta skal verða knýtt at einum viðkomandi akademiskum spurningi innan hansara/hennara fakøki og sjálvvalda evnisøki.
Innihald
Vitan um:  Verklig og týðandi mál innan týðandi samfelagslig øki  Greining av samfelagsligum evnum við víðkaðari nýtslu av vísindaligum háttaløgum og ástøði.  Víðkað og týðilig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av samfelagsligum fyribrigdum.  At meistra og skipa problemorienteraðar greiningar
Læru- og undirvísingarhættir
Masterlæru ritgerðin verður framd sum einstaklinga- ella bólkaarbeiði. Rannsóknarevni og kanningarætlan skal góðkennast av útbúgvingarleiðaranum. Evni og kanningarætlan skal leggja dent á og endurspegla vísindaøkið hjá tí lesandi umframt hansara/hennara serkunnleikaøki. Gjøgnum semestrið verður skipað fyri seminarum, sum stuðla ritgerðararbeiðinum. Harumframt fáa lesandi/bólkar tillutað vegleiðing til ritgerðina.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Finna og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum vísindaligum sjónarhorni og á hesum grundarlag, vandaliga og sjálvstøðugt greina viðkomandi spurningar.  Vísa víðkaðar førleikar í at viðgera mál úr fleiri sjónarhornum og lýsa torgreiddar støður.  Uppbyggja greiningar, sum viðgera spurningar, ið vitan væntar um, við at brúka viðkomandi ástøðisáðskoðanir og hugtøk  Gera eina víðkaða og álítandi akademiska greining av einum týðandi spurningi, sum fevnir um tað ástøðiliga, metodologiska og tøkniliga.  Sannførandi finna og kjakast um verkligu og ástøðiligu avleiðingarnar, sum standast av greiningini.  Sannførandi kjakast um vísindalig og týðandi evni við áhugapartar.  Greiða frá torgreiddum vísindaligum og týðandi evnum í einum álítandi og hóskandi skrivligum teksti og øðrum miðlum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í masterlæruritgerðini. Longdin á ritgerðini er: • Ein lesandi: Í mesta lagi 31.500 orð • Tvey lesandi: Í mesta lagi 40.500 orð • Trý lesandi: Í mesta lagi 50.000 orð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin er individuellur. Lesandi skal sjálv/ur útvega bókmentir, sum eru viðkomandi fyri hansara/hennara masterlæruritgerð.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard