Skriva út

Stakgreinalestur

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til hjá fólki, sum annars ikki ganga á Setrinum, at tekna seg til einstøk skeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk. 

UMSÓKNARFREISTIN FYRI HEYSTIÐ 2024 ER MÁNADAGIN 5. AUGUST 2024 Á MIDDEGI. 

Umsóknarblaðið er at finna á høgru síðu.

Yvirlit yvir skeið, sum verða boðin út sæst á skeiðsskránni hjá Setrinum. Gevið gætur at øll skeið verða ikki bjóðað út sum stakskeið, men fleiri eru. Hetta sæst undir "Tilmelding" í einstøku skeiðslýsingini. Tú kanst síggja eitt fyribils yvirlit yvir hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinar HER.

Stakgreinalesandi vera bert tikin inn, um pláss eru á viðkomandi skeiði. 

Harumframt verða eisini serstøk gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg. Hesi sært tú listaði hvør sær á vinstru síðu undir "Aðrar útbúgvingar og skeið". 

Fyritreyt fyri upptøku

Fyritreytin fyri upptøku er, at umsøkjari lýkur upptøkukrøvini. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum lesandi á útbúgvingum. Serstøk førleikakrøv eru til ávís skeið, og tá skulu umsøkjarar eisini lúka hesi. 

Til ber at søkja um undantaksloyvi frá hesum upptøku- og sertreytunum,um umsøkjari kann vísa á førleikar, ið kunnu javnsetast.  

Gjald  fyri skeið

Gjaldið fyri flestu stakskeið eru 200 kr. fyri hvørt ECTS skeiðið telur, men summi hava annan prís. Hetta sæst við at hyggja á einstaku útbúgvingina í skeiðsskránni ella í kunningini um ávísu gjaldsskeiðini. 

Skeiðsgjaldið verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar. Skeiðsgjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting í sambandi við lesturin.

Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda. 

Skal títt arbeiðspláss ella annar gjalda fyri skeiðið, so skal viðkomandi veita váttan fyri hesum. Ein gjaldsváttan er á høgru síðu, men tað ber eisini til at gera egnu váttan, so leingi váttanin gevur somu upplýsingar, ið vit biðja um í gjaldsváttanini. 

Fá meira at vita

Tú ert vælkomin inn á gólvið á Lestrarskrivstovuni á Frælsinum 20, at ringja á 352500, ella at senda teldupost á LSS@setur.fo