Skriva út

Stakskeið á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Tey skeið, ið verða boðin út til fulltíðar masterlesandi á Setrinum, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið, treytað av at tøk pláss eru á skeiðnum. 

Umframt hetta kunnu ph.d.-skeið eisini verða boðin út og skeið á serligum áhugaøkjum í sjúkrarøktafrøði ella heilsuvísindum.

Tey, ið vilja søkja inn á hesi skeið, skulu søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.  

Ávís skeið á master í heilsuvísindi verða boðin út sum stakgreinalestur, um pláss eru tøk. 

Eftirkannað hetta við Lestrarskrivstovuni.

Tilmelding til skeið heystið 2024 fer fram við at fylla út umsóknarblaðið, ið fæst HER.

Umsóknarfreist: 5. august 2024.