Skriva út

Stakskeið á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Tey skeið, ið verða boðin út til fulltíðar masterlesandi á Setrinum, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið, treytað av at tøk pláss eru á skeiðnum. 

Umframt hetta kunnu ph.d.-skeið eisini verða boðin út og skeið á serligum áhugaøkjum í sjúkrarøktafrøði ella heilsuvísindum.

Tey, ið vilja søkja inn á hesi skeið, skulu søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.  

Fortreytir fyri upptøku til stakskeið á masterstøði er:

  • BSc í sjúkrarøkt
  • Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
  • Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
  • Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar

Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst HER.

Umsókn og skjøl skulu sendast til dhs@setur.fo

Gjald:
Gjald fyri stakskeið er 5000 DKK fyri skeið, ið eru 15 ECTS, 2500 DKK fyri skeið, ið eru 7,5 ECTS, sum verður goldið gjøgnum gjaldsskipan tá lesandi eru upptikin (kunning verður send teimum lesandi).