(Foto: Lena Reinert)
Stakgreinalestur á Føroyamálsdeildini
Stakskeið á BA-/MA-stigi
Tey skeið, ið verða boðin út til tey fulltíðarlesandi á Føroyamálsdeildini, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið, treytað av, at tað er pláss, eftir at fulltíðarlesandi hava teknað seg.
Føroyskt:
Skeiðini í heyst eru hesi á BA, har treytirnar fyri upptøku eru:
- Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
1055.26 Samleiki og annaðmálslæring (BA) 10 ECTS
Lærari: Elisabeth Holm (týsdag 13-16)
1385.26 Barna- og ungdómsbókmentir (BA) 10 ECTS
Lærari: Paula Gaard (hósdag 9-12)
1621.26 Fagurfrøði (BA) 10 ECTS
Lærari: Jens Dam Ziska (mikudag 9-12)
(samlestur við listaútbúgvingini)
1394.26 Norn og máldeyði (BA) 10 ECTS
Lærari: Bjarni Steintún (mánadag 13-16)
1610.26 Poesi (BA) 10 ECTS
Lærari: Lív Maria Róadóttir Jæger (hósdag 13-16)
(samlestur við listaútbúgvingini)
- og á MA, har treytirnar fyri upptøku eru:
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
1155.26 Annaðmálsundirvísing og læring I (MA) 10 ECTS
Lærari: Elisabeth Holm (týsdag 13-16)
1485.26 Barna- og ungdómsbókmentir (MA) 10 ECTS
Lærari: Paula Gaard (hósdag 9-12)
1721.26 Fagurfrøði (MA) 10 ECTS
Lærari: Jens Dam Ziska (mikudag 9-12)
(samlestur við listaútbúgvingini)
1494.26 Norn og máldeyði (MA) 10 ECTS
Lærari: Bjarni Steintún (mánadag 13-16)
2469.21 – Liturgikk og hymnologi (MA) 10 ECTS
Lærari: Jákup Reinert Hansen (mánadag 9.30-12.30)
(samlestur við skeið 2450.21 á Søgu- og samfelagsdeildini)
Til ber eisini at melda seg til skeiðini á Fyrra parti av BA. Skeiðini í heyst eru:
Bókmentagreining I 5 ECTS
Lærari: Sanna Maria Klein (týsdag seinnapart)
Bókmentafrøði 10 ECTS
Lærari: Tina K. Jakobsen (hósdag seinnapart)
Bókmentasøga I 10 ECTS
Lærari: Brynhild Kamban (fríggjadag fyrrapart)
Ljóð- og formlæra 10 ECTS
Lærari: Sissal M Rasmussen og Hjalmar P Petersen (týsdag fyrrapart)
Norðurlendskt mál - Norskt 2 ECTS
Lærari: gestalærari (vika 44)
Samskifti og fjølmiðlar 5 ECTS
Lærari: Páll Isholm (mikudag 10-12)
Setninga- og merkingafrøði 8 ECTS
Lærari: Zakaris S Hansen (týsdag fyrrapart)
Vísindaástøði 10 ECTS
Lærari: Jógvan D Hansen (hósdag seinnapart)
Tey, ið vilja søkja inn á hesi skeið, skulu søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.
Tilmelding til skeiðini á heysti 2026 fer fram við at fylla út umsóknarblaðið, ið fæst HER.
Umsóknarfreist: 3. august 2026.
Umsókn og skjøl skulu sendast til umsokn@setur.fo.
Kostnaður:
Kostnaðurin fyri skeiðini er 200 kr./ECTS, sum verður goldið gjøgnum gjaldsskipan, tá lesandi eru upptikin.
Tó eru nøkur skeið, sum kunnu hava annan kostnað.
Yvirlit yvir skeið, sum verða boðin út sæst her: Skeiðsskrá (setur.fo)
- Ovast á skeiðsskránni velur tú "Føroyamálsdeildin", Lestrarár: 2026-2027 og hvørja lestrarhálvu, talan er um - heyst ella vár.