Skriva út

Stakskeið várið 2023

Talan er um skeið, ið eru partur av útbúgvingunum Listaligt arbeiði og BA/MA í Føroyskum.

Listaligt arbeiði:

Skeiðini eru á BA-stigi, har treytirnar fyri upptøku eru miðnámsprógv ella samsvarandi:

1683.23 - Avantgarde í teori og praksis: Martin Glaz Serup o.o.

Føroyskt sum annaðmál:

Skeiðið er á MA-stigi, har treytin fyri upptøku er BEd- ella BA-prógv, ið fevnir um mál (t.d. linju í føroyskum, enskum, ella øðrum máli á læraraútbúgvingini).

  • Skeiðið er partur av Diplomútbúgving á masterstigi í føroyskum sum annaðmál.

1153.23 - Føroyskt mál og annaðmálsundirvísing, MA, 15 ECTS
undirvíst verður mánadagar 9-12 frá 30/1 (og leygardagarnar 29/4, 13/5 og 20/5 kl. 12-16)

Føroyskt:

Skeiðini í vár eru hesi (verður dagført) á BA, har treytirnar fyri upptøku eru:

  • Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).

- og á MA, har treytirnar fyri upptøku eru:

  • Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum  ella  samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).

Til ber eisini at melda seg til stakskeið á fyrra parti av BA. Sí námsskipan bls. 10ff.

Leinki til TÍMATALVUR, ið vísa nær og hvar undirvísingin er:

FMD-framhald     FMD-fyrripartur  LIST-tímatalva

Tilmelding til stakgreinalestur fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst HER. 

Umsókn og skjøl skulu sendast til fmd@setur.fo. Umsóknarfreistin til várhálvuna er longd til 29. januar 2023.

Gjald fyri stakgreinalestur er 200 DKK/ECTS.