Stakskeið várið 2022
Talan er um skeið, ið eru partur av útbúgvingunum Listaligt arbeiði og BA/MA í Føroyskum.
Listaligt arbeiði:
Skeiðini eru á BA-stigi, har treytirnar fyri upptøku eru miðnámsprógv ella samsvarandi:
- sí galdandi námsskipan
Tímatalva fyri Listaútbúgvingina
1674.22 List og modernitetur 10 ECTS (lærari: Knút Háberg Eysturstein)
Føroyskt:
Skeiðini í vár eru hesi á BA, har treytirnar fyri upptøku eru:
- Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Tímatalva fyri framhaldslesturin í Føroyskum
1385.22 Barna- og ungdómsbókmentir 10 ECTS (lærari: Paula Gaard)
1386.22 Merkingafrøði 10 ECTS (lærari: Zakaris Svabo Hansen)
1387.22 Platon í føroyskum hami 10 ECTS (lærari: Jógvan D. Hansen)
1388.22 Samfelagsmálvísindi 10 ECTS (lærari: Jógvan í Lon Jacobsen)
og á MA, har treytirnar fyri upptøku eru:
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
1485.22 Barna- og ungdómsbókmentir 10 ECTS (lærari: Paula Gaard)
1486.22 Merkingafrøði 10 ECTS (lærari: Zakaris Svabo Hansen)
1487.22 Platon í føroyskum hami 10 ECTS (lærari: Jógvan D. Hansen)
1488.22 Samfelagsmálvísindi 10 ECTS (lærari: Jógvan í Lon Jacobsen)
- Til ber eisini at melda seg til stakskeið á fyrra parti av BA. Sí námsskipan bls. 10ff.
Gjald fyri stakgreinalestur er 200 DKK/ECTS.
Tilmelding til stakgreinalestur fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst HER.
Umsókn og skjøl skulu sendast til fmd@setur.fo.
Umsóknarfreistin til várhálvuna er 15. januar 2022.