Eftirútbúgvingarskeið á Námsvísindadeildini

Masterskeið - vár 2026
Námsvísindadeildin bjóðar spennandi og fjølbroytt skeið á masterstigi.
Niðanfyri sært tú úrvalið og kanst kunna teg nærri um einstøku skeiðini.
Gevið gætur, at umsóknarfreistin er á midnátt 12. desember.
Upptøkutreytirnar eru, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving í undirvísing og/ella námsfrøði - ella eina sambæriliga útbúgving. Haraftrat skal umsøkjari hava tvey ára viðkomandi starvsroyndir.
Fyri umsøkjarar, har Undirvísingarstýrið ikki rindar, er gjaldið fyri skeiðið 1000 krónur fyri hvørt ECTS-stig.
Tey, sum verða innstillað av skúlaleiðslu og fáa játtan frá Undirvísingarstýrinum, skulu viðfesta váttan frá skúlaleiðsluni saman við umsóknini. Tó undantikið skeiðið “Konflikthandfaring.
Inkluderandi sernámsfrøði
| Undirvísingardagur | Tíð á degi |
| Mánadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Inkluderandi sernámsfrøði. Samskifti, relatión og trivnaður: børn í kreppu, sorg og trauma - 10 ECTS (vár 2026)
Inkluderandi sernámsfrøði - Verkætlanaruppgáva - 15 ECTS
KT-didaktikkur og talgildisbúgving
| Undirvísingardagur | Tíð á degi |
| Týsdagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Læritøkni og talgildar lærugongdir - 10 ECTS (vár 2026)
Floksleiðsla og flokslærarauppgávan
| Undirvísingardagur | Tíð á degi |
| Mánadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki – 10 ECTS (vár 2026)
Náttúrufaksdidaktikk
| Undirvísingardagur | Tíð á degi |
| Týsdsagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Útinámsfrøði og útiskúli - 10 ECTS (vár 2026)
| Undirvísingardagur | Tíð á degi |
| Fríggjadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum – 10 ECTS (vár 2026)
Meira kunning:
Umsøkjarar, sum hava spurningar um skeiðini og ætlaðu masterútbúgvingina kunnu seta seg í samband við Fridu Poulsen, varadekan á Námsvísindadeildini á 299417, FridaP@setur.fo, ella Hans Harryson, varadekan á Námsvísindadeildini á 299424, HansH@setur.fo.
6550.25 - Flokslærarin og samstarv
6573.25 - Inkluderandi sernámsfrøði: Samskifti, relatión og trivnaður: Børn í kreppu, sorg og trauma
6585.25 - Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
6586.25 - Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
6561.25 - Læritøkni og talgildar lærutilgongdir
6571.25 - Lesi- og skriviavbjóðingar og orðblindi og tøknilig amboð
6580.25 - Lívfrøði og náttúrulærufrøði
6570.25 - Mál-, lesi- og skrivimenning
6572.25 - Mentanar- og málsligt fjølbroytni – Máltøka, læring og undirvísing
6551.25 - Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki
6560.25 - Tøknifatan og talgildisbúgving
6574 - Høvuðsritgerð - Diplomútbúgving á bachelorstigi í inkluderandi sernámsfrøði
6581 - Útinámsfrøði og útiskúli – útiskúlin sum náttúruvísindaligur læringsdepil