Skriva út

Stakskeið á Søgu- og samfelagsdeildini

Stakskeið á bachelor og masterstigi

Tey skeið, ið verða boðin út til tey fulltíðarlesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið í tann mun, at tað eru pláss, eftir at fulltíðarlesandi hava teknað seg. Í summum førum eru fá pláss til taks fyri onnur enn fulltíðarlesandi.

Tey, ið ynskja at søkja inn á hesi skeið skulu søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.

Tilmelding til skeið várið 2024 fer fram við at fylla út umsóknarblaðið, ið fæst HER.

Umsóknarfreist 15. januar 2024.

Umsókn og skjøl skulu sendast til ssd@setur.fo

Kostnaður:
Kostnaðurin fyri skeiðini er 200 kr./ECTS, sum verður goldið gjøgnum gjaldsskipan, tá lesandi eru upptikin (kunning verður send teimum lesandi).

Tó eru nøkur skeið, sum hava annan kostnað, so sum:

  • Skeiðini á løgfrøðiútbúgvingini kosta 600 kr/ECTS
  • Skeiðini á Master í leiðslu og skipan: 2.000 kr/ECTS - (skipað sum vikuskiftisundirvísing)

Yvirlit yvir skeið, sum verða boðin út sæst her: Skeiðsskrá (setur.fo)

- Ovast á skeiðsskránni velur tú "Søgu- og samfelagsdeildin", Lestrarár: 2023-2024 og hvørja lestrarhálvu, talan er um - heyst ella vár.