Tøk lestrarpláss 2026
Enn eru fleiri tøk lestrarpláss á fleiri útbúgvingum á Setrinum í 2026. Niðanfyri sæst yvirlit yvir útbúgvingarnar, ið hava tøk lestrarpláss, og til høgru fyri útbúgvingarnar finst umsóknarblað.
Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna. Lestrarplássini verða tillutað so hvørt, sum umsóknirnar koma inn.
UMSÓKNARFREISTIN ER FARIN!
Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til umsokn@setur.fo.
Lestrarbyrjan er mánadagin 17. august 2026.
| Útbúgving | Umsóknarblað |
Bachelorútbúgvingar Bachelor í búskapar- og virkisfrøði Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir Bachelor í søgu við hjánámi í samfelagsfrøði |
Umsóknarblað - bachelor
|
| Umsóknarblað - listaligt arbeiði |
Hjánám
| Umsóknarblað - hjánám |
Masterútbúgvingar Master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
| Umsóknarblað - master
|
Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo.
Ring á tlf. 35 25 20 ella skriva til LSS@setur.fo