University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Tøk lestrarpláss veturin 2026

Enn ber til at fara undir sjúkrarøktarfrøðilestur í vetur. Nøkur fá lestrarpláss eru enn tøk at søkja. 

Lestrarplássini verða tillutað so hvørt, sum umsóknirnar koma inn og verða viðgjørdar. 

Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna, tað vil siga gymnasialt miðnámsprógv við føroyskum á A-stig, enskum á C-stigi umframt danskt svarandi til fráfaringarroynd fólkaskúlans. Umsøkjarar, ið ikki hava miðnámsprógv ella lúka serkrøvini, kunnu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Les meiri um kvotu 2 HER

Lestrarbyrjan er mánadagin 26. januar  2026 kl. 12:00.

Umsóknarbløð

Umsóknarblað - kvota 1

Umsóknarblað - kvota 2

Umsóknarbløð saman við avritum av miðnámsprógvi og øðrum skjalprógvum skulu sendast til UMSOKN@setur.fo

Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo.