Sum nakað serligt bjóðar Setrið í 2020 út kvotu 3, sum er ein skipan, har umsøkjarar kunnu søkja um at fáa tøk lestrarpláss í kvotu2-skipanini

 

Kvota 2 er ein skipan við avmarkaðum lestrarplássum, og tey, sum hava søkt um upptøku gjøgnum kvotu 2, hava framíhjárætt til tey lestrarpláss, sum eru í skipanini. Men nú kunnu fólk, sum søkja gjøgnum nýggju kvotu 3 sleppa framat, um lestrarpláss eru eftir í kvotu2-skipanini. 

Upptøkutreytirnar til kvotu 3 eru júst tær somu sum til kvotu 2, og øll kunnu søkja gjøgnum kvotu 3. Men avmarkað er, hvørjar útbúgvingar verða bjóðaðar út sum kvota 3. Talan er bara um útbúgvingar, har tøk kvotu2-pláss eru eftir. Tað vil siga, at útbúgvingar, sum hava sera nógvar kvotu 2-umsøkjarar, ikki eru tøkar at søkja gjøgnum kvotu 3. Sum dømi kunnu vit nevna útbúgvingina til fólkaskúlalærara, har meira enn 30 umsóknir komu, hóast bara sjey lestrarpláss eru til kvotu 2. 

Serstakt umsóknarblað er her.

Umsóknarfreistin til kvotu 3 er sunnudagin 10. mai 2020 á midnátt.

Umsóknir til kvotu 3 verða viðgjørdar eins og umsóknir til kvotu 2, og umsøkjararnir fáa svar 10. juli, sum er  samstundis sum allir aðrar umsøkjarar til upptøku á Setrinum í 2020. 

Útbúgvingar, ið til ber at søkja inn á gjøgnum kvotu 3

Føroyskt

KT-verkfrøði

Lívfrøði

Mýlalívsvísindi

Búskaparfrøði

Politikkur og umsiting

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

Søga