Upptøka
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar á hvørjum ári útbúgvingar á ymiskum stigum: bachelor, master, hjánám og ískoytisútbúgvingar.
Til vetrarupptøkuna 2027 verður bert bachelor sjúkrarøktarfrøði boðin út.
Hvørt stig hevur sínar egnu treytir fyri upptøku og sítt egna umsóknarblað.
Títt fyrsta stig er at kanna, hvørja útbúgving tú vilt fara undir. Nærri kunning um einstøku útbúgvingarnar finnur tú undir Útbúgving.
Tá ið tú veit hvørja útbúgving tú vilt fara undir, kanst tú søkja umvegis Vangan við at trýsta á knøttin niðanfyri ella undir teimum einstøku útbúgvingum. Minst til at velja rætta umsóknarblað.
Søk umvegis Vangan
Setrið tilskilar sær rættin til at ikki taka lesandi inn, um so er at ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru.
Bachelor
Grundleggjandi treytin fyri upptøku á bachelorútbúgving á Setrinum er at umsøkjarin hevur eitt gymnasialt miðnámsprógv. Góðkend miðnámsprógv eru: búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt. Nakrar útbúgvingar hava so eisini nøkur serkrøv. Hesi sært tú undir upptøkutreytunum til ávísu útbúgvingina.
Hevur tú miðnámsprógv, so søkir tú gjøgnum kvotu 1. Hevur tú útlendskt miðnámsprógv, einki miðnámsprógv, ella metir tú, at títt miðalpróvtal ikki røkkur til upptøku á ynsktu útbúgvingini, so kanst tú søkja gjøgnum kvotu 2.
Til kvotu2-umsóknir er sera týdningarmikið, at tú leggur skjalprógv um allar viðkomandi royndir við í umsóknini.
Master
Til okkara masterútbúgvingar er krav at tú hevur góðkenda bachelorútbúgving á einum øki, sum er viðkomandi fyri tað, sum tú vilt lesa. Júst hvørji øki eru viðkomandi fyri ávísu útbúgvingarnar sæst undir upptøkutreytunum til útbúgvingina.
Hjánám
Tað ber eisini til at søkja gjøgnum kvotu 1 og kvotu 2 til okkara hjánám undir somu ásetingum sum til okkara bachelorútbúgvingar. Grundleggjandi upptøkukravið kann vera eitt sindur ymiskt alt eftir, hvat hjánám talan er um, so tað hevur týdning, at tú kannar hesi krøvini, áðrenn tú søkir. Hesar upplýsingar eru undir upptøkutreytunum til ávísu útbúgvingina.
Søkja uttan fyri Vangan
Ber ikki til hjá tær at søkja gjøgnum Vangan, so ber til at søkja við at senda umsóknarblað til umsokn@setur.fo
Bachelor
Umsóknarblað til bachelorútbúgvingar - kvotu 1
Umsóknarblað til bachelorútbúgvingar - kvotu 2
Diplom (ikki tøkt vetur 2027)
Umsóknarblað til diplom í námsfrøði
Leiðbeining
Master (ikki tøkt vetur 2027)
Umsóknarblað til masteutbúgvingar
Leiðbeining
Hjánám (ikki tøkt vetur 2027)
Umsóknarblað til hjánám
Leiðbeining
Vetrarupptøkan 2027:
Kvota 1 og kvota 2 - 1. desembur 2026